Fyrsta reyða kortið í vaksnamannadeildini

(Rás2) Tað var 1-1 í reyðum kortum millum NSÍ og AB, men á máltalvuni var munurin sera stórur

29 ára gamli málverjin og liðskiparin hjá AB, Heðin Stenberg hevur spælt dystir í vaksnamannadeildini fyri AB og HB síðani 2005, og hevur aldrin fingið eitt reytt kort fyrrenn í dag tá AB tapti 0-6 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Heðin Stenberg greiða frá tí fyrsta reyða kortinum hann hevur fingið sum málverji í vaksnamannadeildini.

 

Heðin Stenberg sigur seg verða væl nøgdan við fyrsta tíman av dystin tá støðan var 0-0, men ásannar, at seinasti hálvi tímin var ein marra fyri AB, og tað gjørdi tað ikki frægari, at hann var rikin av vølli tá støðan var 1-0 til NSÍ. Heðin Stenberg torir ikki at seta orð á um hann heldur, at avgerðin hjá dómaranum var røtt. Men hann upplivdi hendingina sum ein samanstoyt uttanfyri brotsteigin hjá AB, har báðir detta.

 

Leikbannið merkir, at Áki Dahl Johannesen má verja málið hjá AB í seinnu hálvfinaluni ímóti HB í kappingini um løgmanssteypið sum verður spæld mikukvøldið 13. juni úti í Vika á Argjum.

 

Verjuspælarin hjá NSÍ, Jens Joensen fekk eisini reytt kort í dag. Sambært Faroesoccer er talan um tað níggjunda reyða kortið hjá Jensi Joensen í vaksnamannafótbólti. 

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við málverjan hjá NSÍ, Tórður Thomsen hoyrist HER