Fyrsta reyða kortið

Jann Ingi Petersen hevði tveir ymsar leiklutir í heimadystinum móti ÍF í gjár.

Hann legði runavíkingar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men í seinasta minuttinum varð hann útvístur. Og tað er fyrstu ferð, at ein runavíkingur hevur sæð reytt í hesum kappingarárinum. Nú er somuleiðis greitt, at øll liðini í Vodafonedeildini hava fingið ein leikara útvístan.