Føroyska rannsóknarskipið Magnus Heinason er í dag farin á fyrstu rannsóknarferðina í ár. Eftir ætlan, so er talan um fyrsta túrin út av 22 túrum í ár.
Á heimasíðuni hjá Havstovuni verður upplýst, at talan er um ein hydrografiskan rannsóknartúr, har endamálið er at máta hita, salt og onnur umhvørvistøl í sjónum.
Út frá teimum tølunum ber til at staðfesta broytingarnar í havinum kring Føroyar.

Fyrsta rannsóknarferðin í ár





