Í dag hevur Ása Róin vart ph.d.ritgerð sína við Linköpings Universitet. Ritgerðin kallast: “On the making of age. A constructionist study on ageing and later life in the Faroe Islands.”
Endamálið við ritgerðini var at leita fram vitan, sum kann viðvirka til at fáa meira fjølbroytni í kjakið um eldri. Hetta varð gjørt við at fáa eina øðrvísi fatan fram í kjakið, so vit eisini síggja, hvussu tey eldru sjálvi síggja sína elding í mun til ofta negativa hugsunarháttin, sum er ráðandi í samfelagskjakinum.
Ása Róin starvast á Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya og hevur verið innskrivað til ph.d. lestur á Institutionen för samhälls- och välfärdsstudier á Linköpings Universitet. Verkætlanin er lutvíst fíggjað úr Granskingargrunninum









