Fiskamarknaður Føroya hevur fyrstu opnu uppboðsølu av rættindum í dag. Seljast skuldu 1106 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum og 5447 tons av makreli og selt var tilsamans fyri 19.1 milliónir.
Enn er ikki upplýst hvussu prísirnir á hvørt slagið var, ella hvussu nógv hvør fekk, men 10 bjóðaðu uppá rættindir og sjey av teimum vunnu ein part at fiska.
Teir, ið høvdu vinnandi boð vórðu:
Framherji/ FD 110 Høgaberg
J.F.K. Trol/ KG 180 Gadus
Næraberg/ KG 21 Norðoyingur
Hvalnes/ KG 689 Norðborg
Pelagos/ VN 449 Fram
Varðin/ FD 125 Tummas T
Vestmanna Seafood/ VN 449 Fram