Fyrsta OL-gullmerkið til vertslandið

Helen Glover og Heather Stanning eru ikki longur ókendar í Stórabretlandi. Tær báðar, sum eru rógvarar, vórðu nevniliga fagnaðar sum hetjur eftir at tær vunnu ársins fyrsta OL-gull til vertslandið, Stórabretland.

 

Tær báðar vóru á odda frá byrjan til enda og komu á mál við einari sera mælskari bretskari heimaáskoðarafjøld. Hetta var ikki einans fyrsta OL-gullmerkið hjá Stórabretlandi í ár, men somuleiðis eisini fyrsta OL-gullmerkið hjá bretskum kvinnukappróðri nakrantíð.