Fyrsta navnið á Grundini kunngjørt

Hon er donsk, hon er plátuvendari, og hon kallar seg Djuna Barnes. Maria Gerhardt, hvørs listarliga navn er Djuna Barnes, er fyrsta navnið, ið er kunngjørt til Grundina á ársins G! Festivali. Hon hevur diskað í Tokyo, New York, Berlin, París, London, Reykjavík, Barcelona og Danmark, og hesaferð kemur hon til Føroyar at spæla á Grundini í Gøtu leygarkvøldið á G! Festivalinum.

 

Umframt at vera plátuvendari, hevur hon arbeitt sum útvarpsvertur, sum freelansari hjá Soundvenue, fyri framleiðslur sum Bodil Filmvirðislønina og klædnamerkið Mads Nørregaard.

 

Hoyr meira her.