Fyrsta metingin um landsliðið

Sannlíkt er, at hesin skansin verður í miðverjuni fríggjakvøldið

Føroyska landsliðið hevur í dag havt sína fyrstu venjing í Frankfurt, undan venjingarlandsdystinum móti Kosovo. Talan var um stutta venjing, ið vardi ein lítlan tíma.

 

Hóast spælararnir hava ferðast langt, so vóru ábendingar um hvat Lars Olsen kundi hugsa sær at sæð móti Kosovo.  Ein partur av venjingini var verjuspælið, har tvær ketur á fýra mans skuldu flyta seg rætt.

 

Á fyrra liðnum, sum vardi var Gunnar Nielsen í mál, meðan verjan var frá høgru, Gilli Sørensen, Odmar Færø, Jóhan Torest Davidsen og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vóru teir fýra frá høgru, Sølvi Vatnhamar, Tróndur Jensen, Hallur Hansson og Kaj Leo í Bartalsstovu.

 

Hetta er bara ein fyribils giting til eina venjing, men um hatta eru níggju teir aftastu, so er sannlíkt at Brandur H. Olsen liggur á framrættaða miðvøllinum, meðan Klæmint A. Olsen er í álopinum.

 

Løtu seinni skifti Lars Olsen um, og tá sá liðið soleiðis út: Tórður Thomsen – Jónas Tór Næs, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen og Gilli Sørensen.

 

Taka vit útgangsstøði út frá hesi fyrstu venjingini, so kundi ein gitt, at fyrsta liðið verður tað, ið byrjar dystin, meðan liðið í seinna hálvleiki kemur at líkjast meiri seinna liðnum við Finni Justinussen og Pálli A. Klettskarð á øðrum ella báðum teimum fremstu plássunum.

 

Landsdysturin móti Kosovo verður fríggjakvøldið klokkan 19.