Manchester City hevur í dag vunnið heili 5-0 á West Ham í fyrsta umfarinum í Premier League. Tað kundi verið 6-0, men Raheem Sterling var nakrar millimetrar rangstaddur. Eftir at hava jublað, bleiv málið eftirfylgjandi kolldømd, sum tað fyrsta í Premier League nakrantíð.
##med2##
Ensku meistararnir vóru sannførandi allan dystin. Raheem Sterling endaði við at skora hattrik. Gabriel Jesus skoraði fyrsta málið í dystinum. Síðani øtki Raheem Sterling, áðrenn hann fekk eitt mál kolldømd.
Seinni økti sami Raheem Sterling til 3-0. Fimm minuttir fyri tíð fekk Manchester City brotsspark, sum Sergio Aguero skoraði uppá. Hann brendi annars í fyrstu atløgu, men VAR vísti at málverjin hjá Manchester City ikki stóð á strikuni, sum hann skal.
Raheem Sterling setti punktum við at skora til 5-0. Nú hava bæði Liverpool og Manchester City vunnið sínar dystir í fyrsta umfarinum í Premier League.