07 Vestur hevur bara eitt stig aftaná sjey umfør, og í dag gjørdist talan um eitt 1-4 tap á útivølli ímóti Víkingi.
AB og Suðringar taptu eisini í dag, og liðskiparin hjá 07 Vestur, Høgni Egilstoft Nielsen staðfestir, at tað eru bara fýra stig upp til áttanda plássið.
Men hann ásannar, at 07 Vestur má vinna ein dyst, og fyrsta málið hjá liðnum er nú at vinna ein dyst.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Høgna Egilstoft Nielsen á Rás2 aftaná 1-4 tapið hjá 07 Vestur í Sarpugerði í Norðragøtu.
Samrøðan Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Andrias Lava Olsen, áleypara hjá Víkingi hoyrist HER










