Fyrsta málið í 500 minuttir

Eftir at hava spælt í 500 minuttir uttan at hava megnað mál í fríum spæli, eydnaðist tað við síðsta sparkinum í 1. hálvleiki í heimadystinum ímóti NSÍ.

HB málskjútti var Jákup á Borg, sum í dag er álopsspælari. HB fangaði NSÍ uppspæl, og Jákup rak í vinstru fram ímóti tveimum mótstøðumonnum, áðrenn hann legði bóltin í handara síðunetið.

NSÍ hevur leikliga verið omaná, men teimum hevur ikki eydnast at fingið mál. Eitt nú hevur vinstru vongverjin Einar Hansen havt tveir góðar møguleikar at fáa mál, men enn hevur tað ikki eydnast.