Fyrsta málið

Tað var ikki frítt, at liðfelagarnir høvdu hug at arga, tá dysturin var av sunnudagin. »Nú er at tosa við pressuna« og »Soleiðis er at vera stjørna, Teitur« ljóðaðu onkrar av viðmerkingunum, tá vit eftir dystin hittu málskjúttan hjá Skála á orði.
Teitur R. Joensen hevur ongantíð áður skotið mál á besta mansliðnum hjá Skála, men tað sást tó ikki aftur, tá hann tók ein harðan túr á 50 metrar, áðrenn hann stútaði neyva innleggið frá Jónhardi Frederiksberg í kassan.
 Eg valdi bara at taka túrin. Eg sá jú, at Jónhard var um at gerast púrasta leysur í síðuni. Vanliga eri eg ikki tann, sum søki nógv inn í feltið, men tað valdi eg so at gera hesaferð, og tað kann eg bara fegnast um, helt Teitur um málið.
Hann staðfesti annars, at málið eisini gav Skála góðan møguleika at leggja spælið júst soleiðis, sum teir høvdu ætlað.
 Vit vildu sleppa at liggja djúpt á vøllinum, fyri síðani at kontra, og tað eydnaðist væl fyri tað nógva. Hinvegin, so fái eg illa sagt, at útjavnandi málið var óuppiborið. Tá hevði HB trýst nógv og leingi, og tí var úrslitið kanska í lagi, segði bæði fegni og erni málskjúttin.