Fyrsta lívstekin frá fongslaða Nicolás Maduro

- Vit kenna okkum at vera í javnvág, og vit eru trygg, skrivar Nicolás Maduro á sínum X-vanga

Fyrrverandi forsetin í Venesuela, Nicolás Maduro, hevur nú latið hoyra frá sær úr fongslinum í Brooklyn í New York.

 

Hann hevur skrivað á sín X-vanga, at hann og konan, Cilia Flores, kenna seg at vera í javnvág og eru rólig, sum hann tekur til.

 

Nicolás Maduro og kona hansara vórðu tikin, tá amerikanskar serdeildir fyri skjótt trimum mánaðum síðan lupu á Caracas, høvuðsstaðin í Venesuela.

 

Síðan tá hava tey bæði sitið í fongsli í Brooklyn í New York.

 

Eftir at Nicolás Maduro varð rikin frá valdinum tíðliga í januar, tók varaforseti landsins, Delcy Rodríguez, við sum forseti við somu stjórn, sum Maduro hevði.

 

- Hetta var í samstarvi við - og eftir trýsti - úr USA, veit norska kringvarpið NRK at siga.