Darlington úr League 2 tók heima ímóti fyrrverandi stórliðnum, Leeds United, sum í dag spælir í League 1. Darlington slapp við neyð og deyð undan húsagangi, og hevur skift alt liðið út. Allir leikarar eru komnir til á »free transfers«. Tað er Colin Todd, sum er venjari har nú. Men hóast heimavøll gjørdist Leeds ov stórur biti fyri Darlington, sum mátti lúta fyri einum Enoch Showunmi málið eftir umleið einum tíma spæli. Stjørnuáleyparin hjá Leeds, Jermaine Beckford, var skaddur og tí ikki við í dystinum.