FÓTBÓLTUR
Tréguier, Frankaríki: Mikudagin kom Símun Samuelsen til Frankaríki. Her vandi hann mikukvøldið, hósdagin og tvær ferðir fríggjadagin. Men hann sleppur at venja nakrar ferðir aftrat, áðrenn hann yvirhøvur kemur upp á tal til dystin í móti Rumenia.
– Tað skulu bara tvey gul kort til, so hetta er keðiligt, ger leikbannaði Símun Samuelsen greitt.
Løgin kensla
Eitt leikbann í landsliðshøpi er nevniliga púra óvanligt fyri hann. Fyrsta dystin Símun Samuelsen spældi var í 2003. Seks ár seinni rendi hann seg í sítt fyrsta landsliðsleikbann. Tað kennist undarligt, ásannar hann.
– Hetta er løgið. Kappingin er jú liðugt og eg havi koblað eitt sindur av. So verði eg úttikin til landsliðið og komi her til, men kann framvegis ikki sleppa upp í part, fortelur Símun Samuelsen.
Tískil skýrir hann sín leiklut nú, í stóran mun at vera eitt slag av stuðulsleikara, ið skala syrgja fyri, at hinir geva alt, teir hava.
– Tað geri eg sjálvandi eisini, hóast eg ikki komi upp á tal til dystin leygardagin. Tí, um tú ikki kanst vísa nú, at tú ert klárur at spæla í morgin, so ert tú heldur ikki klárur at spæla mikukvøldið, sigur Símun Samuelsen, sum annars heldur, at ein dystur í móti Fraklandi á útivølli er nakað serstakt.
Serligur dystur
– Tað er altíð keðiligt við leikbannum, men at vera leikbannaður ein útidyst í Frankaríki er eyka keðiligt. Stemningurin og alt rundan um dystin er nakað heilt serligt, og tað eru teir 18 mans, ið sleppa at uppliva. Tíverri eri eg ikki ein av teimum, sigur Símun Sameulsen, sum tískil fer at rópa á sínar liðfelagar frá síðulinjuni.
– Alt annað hevði verið hol í høvdið, sigur hann avgjørdur!
Spurdur, um hann eisini ferð at rópa á sín kappingarneyta í vinstra borði, ella um hann vónar, at hesin fer at dumma seg, svarar Símun Samuelsen flennandi, at hann vónar at hann fær karantenu.
– Har kemur so ein nýggjur maður inn. Spælir hann væl, má eg bara syrgja fyri at vera enn betri undir venjing, sigur Símun Samuelsen.