Løgtingið fer nú aftur til arbeiðis, og á skránni í morgun er aðalorðaskifti um frágreiðing løgmans á ólavsøku 2016.
Óvist er, hvussu long umrøðan verður, men løgtingsformaðurin hevur sett dagin í dag og í morgin av til hetta aðalorðaskifti, har løgtingið fer at skifta orð um ætlanirnar hjá landsstýrinum hesa tingsetuna, sum byrjaði á ólavsøku.
Hóasdagin verður eisini løgtingsfundi, og tá verða tað uppskot um løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, sum er á skánni. Tá skulu fiskidagarnir fyri komandi árið ásetast. Eisini skulu veljast tveir limir og tveir varalimir í Norðurlandaráðið.
Á fyribilsskránni fyri løgtingsfundin fríggjadagin eru møguligar 1. viðgerðir og framløga.
Fyrsti tingfundur í hesi tingsetuni var ólavsøkuaftan. Tá møttu øll ting- og landsstýrisfólk á fundi uttan Bárður Kass Nielsen úr Sjálvstýrisflokkinum, sum sambært gerðabókini er skrivaður sum fráverandi uttan at hava varafólk fyri seg.