Fagraberg landar í Kollafirði í morgun, og samstundis er hetta fyrsta lastin, sum pelagiska virkið tekur ímóti, síðan leigumál varð undirskrivað. Í morgun tekur Faroe Pelagic í Kollafirði ímóti fyrstu lastini, síðan hálendingar saman við JFK í Klaksvík gjørdu sáttmála við Eik Banka um at leiga virkið, sum áður kallaðist Kollafjord Pelagic.
Tað er Fagraberg, sum er komin aftur av svartkjaftatúri. Skipið leggur umleið 300 tons upp í Kollafirði.
Tá avtalan um leigumálið millum hálendska felagið og JFK øðrumegin og Eik Banka hinumegin herfyri varð undirskrivað, søgdu partarnir, at umleið 20 fólk koma at arbeiða á virkinum ? í tveimum vaktum.
Saman við maskinfólki, skrivstovufólki og leiðslu fáa umleið 50 fólk arbeiði hjá Faroe Pelagic.
Fagraberg hevur roynt sunnarlaga í føroyskum sjógvi. Hetta er tíðin, tá svartkjafturin plagar at taka seg uppaftur sunnanfyri, men líkindini at royna hava ikki verið nakað serlig.
Norðborg, sum herfyri legði veiðina upp í Klaksvík, roynir eisini um somu leið.