Um vikuskiftið verður Samljóð í Skopun karmur um árligu landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum.
Hóast tað er vanligt, at landsstevnan annað hvørt ár er aðrastaðni enn í Havn, so er hetta kortini fyrsta ferðin, at stevnan verður hildin í Sandoynni.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum sigur, at floksleiðslan er sera fegin um, at lokalfelagið í Sandoynni hevur átikið sær, at skipað fyri stevnuni hesaferð, tí hóast tað er »lættari« at vera í Havn, so er tað rættari ikki altíð at vera á sama stað.
Men er tað fyri at geva sandoyingum moralskan uppbakning, at leggja landsstevnuna har suðuri nú, júst í tí tíðarbilinum tá teir ongan tingmann hava?
? Nei, tað hevur einki við tað at gera. Í veruleikanum hevur Sandoyggin verið sera væl góð fyri Javnaðarflokkin. Vit hava havt tingmann í oynni síðani 1932 burtursæð frá tveimum valskeiðum.
Millum nátarnar
og fjøllini
Tað er eitt orðatak, sum við einari lítlari umskriving ljóðar soleiðis, at allir vegir leiða til Havnar.
Hetta kennir Jóannes Eidesgaard eisini, og hann kennir eisini vandan fyri, at nøkur setast aftur tá landsstevnan ikki verður hildin í Havn.
Kortini heldur hann tað hava stóran týdning, at stevnan »fer út at ferðast«, serliga tí, at fólk á øllumplássum skulu kenna, at tey eru ein partur av politikkinum.
? Tí hava vit lagt hesa landsstevnuna júst nú. Nátatíðin er júst farin aftur um, og um stutta tíð verður farið at ganga fjøllini. Tað mugu vit, sum takast við politikk hugsa um, sigur Jóannes Eidesgaard og leggur afturat, at tað annars kann vera torført at fáa meiniga mannin við í politiska arbeiði.
Um tað so fer at síggjast aftur mugu Jóannes og restin av floksleiðsluni bíða við at fáa at vita til vikuskifti.








