Í hesi løtu situr óivað ein sera spentur Janus Wiberg Mortensen og hugsar um, hvussu dagurin í morgin fer at ganga.
Tað er nevniliga í morgin, 18. September, at Janus Wiberg gevur út lagið Når Lyset Rammer Dig, og harvið roynir seg á danska marknaðinum.
Hetta hendir, eftir at Janus hevur samstarvað við Marius Ziska og danska tónleikaframleiðaran Søren Balsner. Hesin er eisini kendur sum bassleikari í Carpark North.
Samstarvið millum hesar 3 hevur gingið somikið væl, at nú verður satsað uppá danska marknaðin, og verður hann allan dagin at hoyra og síggja í donskum miðlum av ymsum slag.
Á miðnátt í kvøld, føroyska tíð, verður lagið tókt á ymsu talgildu pallunum.
Lagið hava Janus, Marius og Søren skrivað.
Spennandi verður at fylgja við komandi vikurnar, hvussu fer at gangast hjá Janus, Marius og Søren, nú teir royna veingirnar uttanfyri Føroyar.
- Hetta er bara byrjanin, og fleiri sangir eru á veg og koma seinni, sigur Janus, sum fegnast um góðu umrøðuna, sum hann longu hevur fingið í donskum miðlum.
Til ber til dømis at finna Janus her á miðnátt, føroyska tíð:
Sjónbandalagið sæst her:
https://vimeo.com/458912250?fbclid=IwAR1bwP1RLXsGBQg-lcbNi1Oy7Ovn4T5putSIecLqnp-GUEk7P5AB5nAJ7og
In.fo hevur áður skrivað um stóru ætlanirnar í Danmark:
LES EISINI
https://www.in.fo/news-detail/news/brellbiti-fra-janusi-wiberg-nu-almennur/?no_cache=1
og
https://www.in.fo/news-detail/news/janus-wiberg-skal-royna-seg-i-donskum-sjonvarpi/?no_cache=1
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##