Fyrsta líkið funnið í rapaðu húsunum

Bjargingarmenn funnu í dag eitt lík í húsunum, sum rapaðu í Ålesund Líkið varð alt fyri eitt flutt á sjúkrahús til kanningar, men myndugleikarnir vilja ikki siga, hvørt talan er um kvinnu ella mann.

Løgreglan í Ålesund sigur, at arbeiðið at leita eftir teimum deyðu er hættisligt og tyngjandi, og tí eru bjargingarmenninir býttir upp í bólkar, sum leita í ein tíma í part.

Leitingin eftir teimum saknaðu byrjaði fyrrapartin, og tað fyrsta líkið varð funnið um middagsleitið.

Nú verður leitað eftir hinum saknaðu.