Síðan vit fingu politiska floksbýtið á løgtingsvalinum í 1906, hava vit havt 15 november-val, har av tey 10 hava verið 8. november. Januarval vóru vanlig frá 1924 til 1940.
Tey fyrstu árini var løgtingsval annað hvørt ár, har so helmingurin av tinginum varð valt í senn. Tey valini vóru oftast í februarmánaði. Men hesum varð farið frá í 1918, tá valt var um alt landið í senn, og soleiðis hevur verið síðani.
Síðani 1980 hava vit hava fýra løgtingsval í ótíð. Í 1980 slitnaði samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin um uttanlandssiglingina hjá Strandferðsluni.
Í 1990 slitnaði samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin um eina eykajáttan upp á nakrar milliónir til Landsverksfrøðingin.
Í 1994 slitnaði samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Samgongan hjá Maritu Petersen misti meirlutan, tí at Lasse Klein, sum var løgtingsformaður, tók seg úr Sjálvstýrisflokkinum og fór upp í Kristiliga Fólkaflokkin.
Í 2002 slitnaði samgongan millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin, eftir at Tjóðveldisflokkurin hevði lagt misálit fram móti Anfinni Kallsberg, løgmanni.
Vit skulu 76 ár aftur í tíðina fyri at finna eitt løgtingsval, sum varð hildið 19. januar. Tað var í 1932. Við hetta valið fekk Sjálvstýrisflokurin átta tingmenn, Sambandsflokkurin 11 og Javnaðarflokkurin tveir. Broytingin var, at Sjálvstýrisflokkurin misti tríggjar, Sambandsflokkurin misti ein og Javnaðarflokkurin varðveitt sínar tveir tingmenn. Talið av eykamandatum, sum kundi verða upp til 10 gjørdi, at ofta stórur munur var á, hvussu nógvir tingmenn mannaðu tingið.
Leita vit á netinum upp á hendan dagin, so kann til stuttleika leggjast afturat, at hendan 19. januar í 1932 kom Herbert Hoover, forseti í USA, fram við uppskotinum um fimm daga arbeiðsviku...
Løgtingsvalini seinastu 102 árini hava verið hildin hesar dagar:
2008: 19. januar
2004: 20. januar
2002: 30. apríl
1998: 30. apríl
1994: 7. juli
1990: 17. november
1988: 8. november
1984: 8. november
1980: 8. november
1978: 8. november
1974: 7. november
1970: 7. november
1966: 8. november
1962: 8. november
1958: 8. november
1954: 8. november
1950: 8. november
1946: 8. november
1945: 6. november
1943: 28. august
1940: 30. januar
1936: 28. januar
1932: 19. januar
1928: 23. januar
1924: 22. januar
1920: 10. november
1918: 24. apríl (fyrstu ferð valt um alt landið)
1916: 28. februar (sunari helmingur)
1914: 2. februar (norðrari helmingur)
1912: 2. februar (sunnari helmingur)
1910: 12. februar (norðrari helmingur)
1908: 2. februar (sunnari helmingur)
1906: 18. juli