Fyrsta kvinnuliga forsetavalevnið

Hillary Clinton hevur nú tryggjað sær nokk valmenn til at gerast valevni hjá demokratiska flokkinum í USA.

Í nátt kunngjørdi AP, at Hillary Clinton hevði tryggjað sær stuðul frá nokk av sonevndum superdelegatum, til at hon nú hevur teir neyðugu 2.383 valmenninar. Hon hevur vunnið 1.812 valmenn í undanvalunum, umframt at 571 superdelegatar hava givið henni sín stuðul.

 

Tí er líkt til, at hon verður fyrsta kvinnuliga forsetavalevni í 225 ára longu søguni hjá amerikanska tveyflokkaskipanini.

 

Hillary Clinton iðrar seg kanska um, at tíðindini bórust í nátt og ikki í morgin. Í kvøld og í nátt verður nevniliga val í seks statum, millum teir í fólkaríka California. Stuðlar hjá Hillary Clinton óttast nú, at hennara veljarar fara at sita heima, meðan veljararnir hjá Bernie Sanders møta mannsterkir upp til endaspurtin.

 

Tað er framvegis ein lítil møguleiki fyri, at Bernie Sanders skal spilla henni spælið. Hann hevur fingið 1.512 valmenn, men hevur einans stuðul frá 48 superdelegatum. Men sum hansara fólk staðiliga minna á, so skulu superdelegatarnir ikki atkvøða fyrr enn á landsfundinum í juli, og til ta tíð stendur teimum frítt at skifta meining. Og skuldi Bernie Sanders megna at vunnið seg fram um Hillary Clinton í talinum av valmonnum, verður torført hjá superdelegatunum at fara móti fólksins vilja.

 

Tó so, munurin er stórur og Bernie Sanders má vinna statirnar, sum eftir eru rættiliga sannførandi, um hann skal fara fram um fyrrverandi amerikanska uttanríkisráðharran og forsetafrúuna.

 

Í kvøld og í nátt er val í Kalifornia, Montana, Ný Meksiko, Norður Dakota, Ný Jersey og Suður Dakota. Tíverri fyri Bernie Sanders liggur Hillary Clinton á odda í øllum veljarakanningunum higartil.