Fyrsta kvinnuliga fólkafloksumboðið

Fyri fyrstu ferð eydnaðist tað einum kvinnuligum valevni fyri Fólkaflokkin at verða vald á ting, tá Annika Olsen skoraði 521 atkvøður og gjørdist nummar fýra á listanum Tað varslar nýggjar tíðir í Fólkaflokkinum.

Fyri fyrstu ferð hava veljarar floksins givið einum kvinnuligum valevni sín fulla stuðul. Tað hendi, tá Annika Olsen fekk heilar 521 atkvøður og gjørdist fjórði valdi tinglimur Fólkafloksins av teimum sjey, sum flokkurin fekk.

- Eg eri ótrúliga glað. Eg klári slett ikki at seta orð á tað beint nú, sigur Annika Olsen.

Hon sigur, at hon á ongan hátt var trygg, áðrenn úrslitið úr Havnini kom.

- Tað var heilt fantastiskt. Fyri fyrstu ferð í søguni er ein kvinna vald á ting fyri Fólkaflokkin, sigur Annika Olsen.

Annika Olsen hevur í ein mun notið væl av ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum, HUXA. Men hon vísir á, at HUXA hevur arbeitt fyri allan flokkin, tó at hon eisini hevur notið gott av hesum.

Men nú er hon bara spent at byrja arbeiðið í tinginum og ætlar sær at setas síni fingramerki á tey mál, sum hava hennara srliga áhuga.

Tað er serliga útbúgving, sum eg havi stóran áhuga fyri, og har vóni eg, at fáa sett míni fingramerki á, sigur Annika Olsen.

Hon er serliga væl nøgd við tann háttin, sum flokkurin hevur »behandla« hana upp á.

Í staðin fyri at skumpa meg afturum hevur flokkurin tikið meg við í fremstu røð, og tað er avgjørt ein av orsøkunum til, at eg bæði í kvøld, men eisini til Fólkatingsvalið fekk eitt so gott úrslit, sigur fyrsta valda kvinna fyri Fólkaflokkin nakrantíð, Annika Olsen.