Fyrsta kvinnan undir minuttin

Rebekka Fuglø var fyrsta føroyska kvinna, sum hevur runnið 400 metrar undir ein minutt.

FM í frælsum ítrótti hevur verið á Tórsbreyt um vikuskifti og leygardagin gjørdi Rebekka Fuglø eitt satt bragd.

Hóast hon var einasta kvinna, sum luttók á 400 metra teininum, gjørdi hon ikki mætari enn at seta nýtt føroyskt met og gerast fyrsta føroyska kvinna, ið hevur runnið teinin undir ein minutt.

Gamla met hennara var á 60,22 sekund, men leygardagin skavaði hon yvir eitt sekund av tíðini, so nýggja metið er nú 59,17 sekund.

Hetta var seinna gullheiðursmerki, hon vann leygardagin, tí hon hevði júst vunnið kappingina á 800 metrum eisini.