Fyrsta kvinnan stillar upp

Fyri fyrstu ferð nakrantíð fáa veljararnir í Taiwan møguleikan at velja eina kvinnu til landsins forseta. Fyrrverandi varaforsætisráðharrin Tsai Ing-wen hevur boðað frá, at hon fer at stilla upp á forsetavalinum fyri flokkin DPP, sum er tann størsti flokkurin í andstøðuni.

Tann 54 ára gamla Tsai hevur verið formaður í DPP síðani í 2008, og eygleiðarar siga, at hon hevur víst góð leiðaraevni í formansstarvinum.

Á valinum skal Tsai Ing-wen kappast við verandi forsetan, Ma Ying-jeou. Ma, sum stillar upp fyri fjórðu ferð, hevur gott samband við leiðsluna í Beijing.