Leygardagin fer Tórshavnar Manskór at taka nýumvælda salin í Norðurlandahúsinum í nýtslu
Tórshavnar Manskór hevur verið sera virkið síðani 1987, og hevur kórið havt nógvar konsertir og tikið lut í ymsum tiltøkum so sum jarðarferðir, jólaløtur uppi á Lágargarði, fimleikaframsýningar, kórstevnur, komponistakapping, konsertir, útgivið tvær fløgur, skipað fyri einari manskórstevnu og ikki minst nakrar uttanlandsferðir.
Ferðír til útlandið hava m.a. verið: 1993 í Íslandi, har sungið var saman við Karlakóri Reykjavikur. 1994 í Danmark, Onglandi, Skotlandi og Wales, har kórið luttók í einari manskórkapping (Llangollen International Musical Eisteddfodd), og kom kórið har á eitt 6. pláss. 1996 í Hetlandi. 1997 Konsertferð í Baltisku londunum: Estlandi, Letlandi og Litauen. 2000 luttók kórið á Internationalari kórkapping í Linz í Eysturríki, og var hesaferð talan um eitt silvurmerki. 2003 luttók Manskórið til eina manskórskapping í Cornwall í Ongland, har kórið fekk eitt bronzumerki.
Eisini hevur kórið fleiri ferðir, sungið saman við íslendskum kórum, bæði í Føroyum og í Íslandi. Hetta var millum annað, tá kórið var á konsertferð í Íslandi í 1993, tá sungið varð saman við Karlakóri Reykjavíkar. Karlakór Reykjavíkar var á vitjan í Føroyum í 1995, har teir høvdu nakrar konsertir í Norðurlandahúsinum, har Tórshavnar Manskór luttók. Tórshavnar Manskór hevur havt konsertir í Føroyum í 2003 saman við Karlakórinn Jøkull og Karlakórinn Fóstbræður, og í mei 2004 vórðu hildnar tvær konsertir saman við Karlakórinn Ernir, ein í Fuglafjarðar Kirkju og ein í Norðurlandahúsinum. Á vári í ár var Karlakór Rangæinga á vitjan í Føroyum. Tá var ein konsert hildin í Vesturkirkjuni.
Reportoirið hjá Tórshavnar Manskóri hevur síðani 1986 ligið um einar 100 sangir á ellivu ymiskum málum: føroyskum, íslendskum, norskum, svenskum, donskum, týskum, fronskum, eingilskum, grønlendskum, russiskum og latínskum. Men høvuðsdenturin hevur verið lagdur á tað upprunaliga føroyska tilfarið, - tí syngja føroyingar ikki tað sindrið, sum er á føroyskum, hvør skal so gera tað? Mozart, Verdi, Brahms og aðrar mætar komponistar kanst tú hoyra sungnar allastaðni í verðini, - og ofta eitt sindur betur, enn føroyingar kunnu syngja teir. - Men hvør kann syngja "Kvæði fremsta framtakskappa landsins" uttan vit føroyingar.
Seinni nú í oktober mánaði fer Tórshavnar Manskór til Íslands á konsertferð, og verða konsertir hildnar bæði í Reykjavík og ymsastaðni á Íslandi.