Fyrsta konsertin í Mentanarhúsinum

Fyrsta konsertin við føroyska sangaranum Ernst Sondum Dalsgarð, songkvinnunum Merete Sveistrup og Pia Schnack og kenda danska klaverleikaranum, Vagn Sørensen, verður í kvøld Henda fyrsta konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld klokkan 19.30, og hin næsta verður í Ósáskúlanum í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 20.

Hin triðja og seinasta verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin klokkan 16.

Á konsertini í Ósáskúlanum fríggjakvøldið luttekur eisini vælumtókta kórið Suð við Steinvør Fonn sum leiðara.

Ernst Sondum Dalsgarð og songkvinnurnar rópa seg saman ?Det Syngende Selskab?, og málið hjá teimum er at geva áhoyrarum eina operauppliving, ið tey ongantíð hava fingið áður.

Tey fara at borðreiða við alskyns perlum úr operum og sangleikum, og Vagn Sørensen fer eitt nú at framføra eitt soloverk fyri klaver, ið hevur sín uppruna í operaheiminum.

Ernst Sondum Dalsgarð er kendur av flestu tónleikaranjótarum her á landi, og hann er rættiliga við at fáa fótin fyri seg sum solistur á Kongaligu Operuni í Keypmannahavn, har hann er í starvi sum sangari. Eisini á øðrum pallum hava boð verið eftir honum, og eitt nú var hann solistur í kendu operuni hjá Donizetti (Elskovsdrykkurin) fyri nøkrum árum síðani.

Saman fara tey at framføra eina samansetta og fjølbroytta skrá við hegnisliga úrvaldum sangum. Eisini verður tónleikur við íblástri í fólkatónleiki úr Italia, Onglandi, Týsklandi, Danmark og Føroyum, at hoyra.

Tað eru Konsertfelagið og Norðurlandahúsið, sum standa aftanfyri tiltøkini hesar dagarnar.

Atgongumerki á 100 krónur fáast í Norðurlandahúsinum ella á heimasíðu Konsertfelagsins: www.konsertfelag.net