Kvarts er eitt nýtt kvinnukór, ið Benjamin Gaasedal hevur sett saman og leiðir.
Kórið hevur konsert í Vesturkirkjuni tysdagin 10. desenber klokkan 19.30.
Skráin til jólakonsertina, og fyrstu konsertina hjá hesum kóri, er fjøltáttað, og sett saman av spennandi verkum, ið viðgera jólini á ymsar hættir.
Solistar vera eisini at hoyra.
- Vit syngja verk hjá Erik Esenvalds, Ola Gjeilo, Charles Gonoud, Francis Poulenc og eina jazz-jólasirpu ið Jay Rouse hevur sett saman. Eisini er ein frumframførsla av verkinum 'Snjó' hjá Annemette Greve Klemmensen. Vit gleða okkum til at fylla kirkjuna og áhoyrarar við jólatónleiki, ið vit halda eru gimsteinar, frættist frá limunum í nýggja kvunnukórinum.