Fyrsta kommunan við sóttreinsaðum vatni

Gongur so sum Klaksvíkar kommuna ætlar, verður hon fyrsta føroyska kommunan sum veitir øllum borgarunum sóttreinsað vatn.

Hósdagurin í farnu viku - 22. mars - var altjóða vatndagur.
Henda dagin verður kring allan heimin víst á týdningin av at hava ikki bert vatn at drekka, men at talan haraftrat er um reint og gott vatn.
Júst hetta sama hevur Klaksvíkar kommuna arbeitt við tey seinastu árini. Og henda altjóða vatndagin kundi ein í kommununi staðfesta, at langt er ikki á mál í hesum sambandi.
- Seinni í ár fáa borgararnir á Trøllanesi og í Mikladali sóttreinsað vant.
- Og tá hava allir borgararnir í kommununi sóttreinsað vatn, verður sagt úr Klaksvíkar kommunu.

Framíhjárættur
Í Klaksvíkar kommunu eru í dag vatnverk, sum veita reint vatn til borgararnar í Klaksvík, Ánunum, Norðoyri og í Árnafirði.
- Hetta er ein stórur framíhjárættur hjá okkum, at vit kunnu fáa bæði gott og reint drekkivatn úr kranunum, sigur kommunan.
Til tess at tryggja sær at góðskan av drekkivatninum altíð er í lagi, verða omanfyri 60 vatnroyndir tiknar um árið og síðani kannaðar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Upplýst verður, at í menningarlondum drekka tey í miðal 10 litrar av vatni um samdøgrið, meðan vit nýta 350 litrar í miðal.
Mett verður haraftrat, at eitt miðalhúsarhald í Føroyum brúkar um 1000 litrar um samdøgrið.