Fyrsta koltursbarn í 30 ár

Einasta familjan í Koltri er nú økt úr fýra upp í fimm. Týsdagin átti Malan Patursson eina gentu, sum er fyrsta barn í oynni í góð 30 ár. Í Koltri kann lítla diddan gleða seg at spæla í heimsins størsta sandkassa

Ein lítil fitt genta kom til verðina á helst sólríkasta degi í ár. Tað var týsdagin, at lítla dóttir Malan Patursson og Petur á Dul Patursson sá dagsins ljós. Tað, sum er serligt við hesi føðingini, er at dóttir Malan og Petur er fyrsta barn føtt í fleiri enn 30 ár, sum er búsitandi í Koltri. Tíðliga í ár tók familjan Patursson yvir garðin í Koltri, sum pápi Malan rak í umleið 15 ár. Malan og Petur eiga frammanundan tveir dreingir, ið eru átta og níggju ára gamlir. Fyri at fáa undirvísing til teirra, er avtala gjørd um at dreingirnir ganga í skúla í Velbastað aðru hvørja viku, og aðru hvørja viku fáa teir heimaundirvísing. Síðan tey fluttu, hevur pápin kortini verið einsamallur í oynni, tí Malan hevur verið sjúkrameldað síðan tey skuldu flyta, og hevur tí verið í Kirkjubø tað mesta av tíðini. So heimaføðing í Koltri gjørdist ongantíð rættiliga aktuelt fyri tey, hóast tey skemtaðu við tí eina tíð.

- Týsdagin kom hon so til verðina. Og tað gekk skjótt fyri seg. Tað snúði seg ikki meir enn um ein tíma, so var hon her, sigur stolti pápin á føðideildini í morgun.

3800 gramm vigaði hon, og var 52 sentimetrar til longdar.


Heim til heimsins størsta sandkassa

Diddan, sum ikki hevur fingið navn enn, er somuleiðis tann fyrsta av systkinabørnunum, sum er kvennkyn. Børnini hjá Maluni og Peturi hava bert dreingjasystkinabørn. Meðan báðir beiggjarnir hava hvønn annan at spæla við, verður diddan púra einsamøll. Men eitt systkinabarn kemur væntandi til verðina í summar, sum kann væntast at koma at spæla við lítlu koltursgentuna, tá tann tíðin kemur. At tað skuldi verða ein genta, hava foreldrini vitað leingi.

- Beiggjarnir eru so stoltir av henni, og kappast um at trilla hana eftir gólvinum. Hon er so fitt og góð, hon líkist beiggjunum nógv, og hevur sama reyða hárlit, sum teir, sigur mamman glað.

Tað er nógv at gera í Koltri hesa tíðina. Nógv ferðafólk kemur út í oynna, og hvønn dag hesa vikuna eru vitjanir fráboðaðar. Harafturat er lembing fyri, so nokk er at tríva í. Tí noyðist pápin út aftur til Kolturs longu í morgin. Mamman og dóttirin vera væntandi nakrar dagar í Kirkjubø, áðrenn lítla sleppur at seta fót á Koltur. Hon hevur kortini nógv at gleða seg til, eru foreldrini samd um. Í Koltri er nevniliga fínasta sandstrond til børnini at spæla á.

- Vit mugu hava heimsins størsta sandkassa, sigur pápin og smílist.