Fyrsta íløgan í fimm ár hjá kommununi í Vági

Á fíggjarætlanini hjá Vágs kommunu komnandi ár er onki, sum tekur nakran á bóli. Tó sleppur kommunan undir sína fyrstu íløgu í fimm ár.

 

Mánakvøldið samtykti Vágs Býráð fíggjarætlanina fyri komandi ár.

Men synd er at siga, at har eru stórvegis broytingar hendar frá árunum frammanundan.

Kommunan sleppur ikki at hækka útreiðslurnar - men hon hevur so heldur ikki skert tær.

Úrslitið er, at tað fer at leypa góðar 800.000 av komandi ár.

Men tað yvirskotið fer at til at betala skuldina niður við.

Tilsamans verður roknað við, at kommunan fer at fáa einar 21,3 miljónir inn í skatti komandi ár.

Tað er eitt sindur meiri enn í fjør, umleið 1,2 miljón.

Men lítið leypir av onnur tiltøk, enn til tær lógarbundnu útreiðslurnar.

Skattaprosentið komandi ár verður tað sama, sum í ár, 23%.

Men nú fer tað eina prosentið ikki longur í kommunala veðhaldsgrunnin, men beint í kommunukassan.

Jógvan Krosslá sigur, at nú er tað góða hent, at kommunan ikki longur hevur brúk fyri láni úr veðhaldsgrunninum.

Tilsamans skyldar Vágs Kommuna yvir 80 miljónir.

Tað eru millum tríggjar og fýra álíkningar.

Tó vil Býráðsformaðurin, Jógvan Krosslá siga, at teir hava tamarhald á støðuni, og hendir onki óvæntað bakkast, fer tað at ganga, umenn útlit eru ikki til at lækka skattaprosentið.

Jógvan Krosslá sigur, at gjøgnumgangandi er væl frægari við arbeiði í Vági nú, enn tað hevur verið.

Kommunan fer komandi ár at betala 4,5 miljónir í rentu og 3,8 í avdráttum.

Í fjør betalti kommunan 5,3 miljónir í rentu og 2,8 í avdráttum.


Fyrsta íløgan í fimm ár

Men eru útreiðslurnar ikki broyttar, fer kommunan nú undir sína fyrstu íløgu í fimm ár.

Men ikki kann sigast ,at lagt verður harðliga út, tí íløgan er uppá 500.000 krónur.

Men einans 500.000 krónur íløgum í fimm ár gevur eina nokk so góða mynd av, hvussu illa kommunan hevur verið fyri.

Landsstýrið hevur góðkent íløguna.

Peningurin skal brúkast til vatnveitingina og til kloakk.

Peningurin skal m.a. brúkast til eitt reinsiverk til eina kloakk, sum rennur á sjógv.