Fyrsta húsið rivið

Breiðkanin av niðara vegi í Vestmanna krevur, at nøkur hús verða tikin, og nú er fyrsta teirra rivið.

Um vikuskiftið hevur Vestmanna kommuna arbeitt við at breiðka niðara veg í bygdini og í hesum sambandi er fyrsta húsið nú rivið. Talan er um eini eldri sethús, sum fríggjadagin og leygardagin gjørdist offur fyri framburðinum og fekk tenninar hjá gravimaskinuni at smakka. 

 

Lastbilar koyrdu aftur og fram allan fríggjadagin og fyrrapartin leygardagin, og tá dustið legði seg, vóru gomlu sethúsini burtur.

 

Sambært fólkum á staðnum hevur talan verið um at breiðka niðara veg í mong ár, tó at lítið og einki hevur verið gjørt.

 

Nógv tung ferðsla koyrir eftir niðara vegi í samband við virksemi á bryggjuni og fremsta endamálið við breiðkanini av vegnum, er at gera tað nemmari hjá vinnulívinum at fáa ferðslu til og frá økinum.