Fyrsta HT- pisan

Fríggjadagin 10. juni 2005 fekk fyrsti næmingurin í ár, Jan Djurhhuus, prógv á HT útbúgvingini á Tekniska skúlanum í Klaksvík. Síðsta próvtøkan var lærugreinin Bygging og Orka á A-stigið, sum var tøknisergreinin, ið Jan hevði valt

Próvtøkan hevur gingið stak væl hjá Jan, millum annað fekk hann próvtalið 13 í
enskum á A stigi.
Í ár fáa 22 SIT- næmingar og 9 HT-næmingar prógv frá Tekniska skúla í
Klaksvík. Prógvhandan verður úti í Grøv fríggjadagin, 24. juni, kl.10.00,
gestarøðari verður John Johannesen, journalistur og løgtingsmaður.
Tilgongdin til Tekniska skúla er stór, og komandi skúlaár byrja 70 nýggir
næmingar á skúlanum. Á HT útbúgvingini, ið er ein teknisk studentspróvtøka,
ið tekur 3 ár, er fullsett. Í august byrja 24 HT-næmingar í Klaksvík.