Fótbóltsheimurin roknar tað at vera mest óvæntaða úrslitið í fyrsta umfari í europeisku meistarakappingini , at Chelsea í kvøld á heimavølli legði rygg til 2-1 tap ímóti sveisiska Basel.
Men José Mourinho heldur ikki, at hetta kom so ógvuliga óvart á. Við BBC segði hann soleiðis eftir tapið:
-Eg eri ikki skelkaður. Viðhvørt endar tað við sigri og aðrar tíðir við tapi. Men sjálvandi eri eg ikki fegin um úrslitið. Basel spældi væl. Vit høvdu bóltin nógv, men tað gekk illa at spæla okkum til møguleikar. Basel javnaði til 1-1, tá ið vit vístu besta avrikið í kvøld, og síðani vórðu vit sektaðir í verjupartinum, staðfesti José Murinho, sum roknar við, at tað í teimum fimm dystunum, ið eru eftir í bólkaspælinum, fer at eydnast at vinna seg víðari úr bólkaspælinum.
Oscar legði heimaliðið framum við fínum máli, men Mohamed Salah og Marco Streller skoraðu fyri Basel, sum harvið vann 2-1.
Hetta var fyrsta ferðin síðani 1. oktober 2003, at Chelsea tapti í bólkaspælinum á heimavølli. Ta ferðina var tað turkiska Besiktas, sum vann 2-0 á Stamford Bridge.
Týska Schalke 04 hevði vitjan av Steaua Bukarest, sum noyddist til hús við 3-0 tapi. Hjá heimaliðnum vóru liðavrikið og hugflogið framúr, og málini í 3-0 sigrinum vóru fyrimyndarlig.