NASA hevur í dag kunngjørt fyrstu heilu myndina, har man sær alla jørðina í einum, í 43 ár. Seinast ein tílík mynd varð tikin, var tá NASA sendi eitt rúmdarfar til mánan í 1972. Tað skrivar The Independent í dag.
Blaðið skrivar, at aðrar myndir, ið hava víst jørðina í einum, eru brot, ið eru sett saman soleiðis, at tey mynda eina heila jørð.
Á heimasíðuni hjá NASA verður upplýst, at myndin er tikin frá Deep Space Climate Observatory fylgisveininum 6. juli 2015, tá fylgisveinurin var umleið 1,6 milliónir kilometrar frá jørðini.