So er fyrsta Oyl-heiðursmerkið komið til Føroya.
Hetta vann Petur Sigurð Johannesen í bólkinum, minus 90 kg, í judo.
Talan var um dyst, sum varð avgreiddur eftir heilt fáum sekundum.
Og enn hava vit fýra finalur eftir í judo. Av hesum er ein rent føroysk, so har verður talan heilt víst um bæði gull og silvur.