Jógvan í Garðastovu, sum vanliga verður nevndur Agga, var tann fyrsti, sum fekk húgvuna á høvdið á Miðnámi í Vestmanna í ár.
Í morgun var hann til próvtøku í próvtøkuverkætlanini í fakinum tilfeingi A, sum hann hevur havt 3. skúlaárið. Agga kláraði seg ógvuliga væl , og fekk próvtalið 12, sigur skúlastjórin.