Í hesum døgum fáa nógvir skúlanæmingar kring landið húgvuna á høvdið fyri staðið prógv og loknan skúla, og í so máta er hetta fyri mong gleðisdagar.
Jógvan í Garðastovu, sum vanliga verður róptur Agga eftir abba sínum, sála, var hin fyrsti, sum fekk húgvuna á høvdið á Miðnámi í Vestmanna í ár.
Í morgun var hann til próvtøku í próvtøkuverkætlanini í lærugreinini tilfeingi A, sum hann hevur havt hetta 3. skúlaárið.
Agga í Garðastovu kláraði seg óføra væl og fekk próvtalið 12. Próvhandanin á Miðnámi í Vestmanna verður annars fríggjadagin 29. juni klokkan 14.00.