Fyrsta gullmerkið í kappróðri

Fyrr í vikuni gav Annelisa Justesen avboð til oyggjaleikalandsliðið í fótbólti, tí hon skuldi rógva á Fjarðastevnu. Føroyska liðið er mett at vera favorittur til gullkrónurnar í Hetlandi, men eftir róðurin hjá 5 mannaførum við kvinnum var Annelisa glað fyri avgerð sína.
- Eg var við á Oyggjaleikunum seinast, og tá vunnu vit gull. Eg havi ongantíð vunnið gull í kappróðri fyrr, so eg eri sera glað fyri mína avgerð, greiðir Annelisa glað frá.
Sigurin hjá Fípuni Føgru var eitt av teimum heilt óvæntaðu úrslitunum á Skála leygardagin. Á Varmakeldu endaði Fípan Fagra á fimta plássið, so framgongdin hjá teimum má sigast at vera sera stór. Annelisa var ikki við á Varmakeldu.
- Eg spældi við KÍ í steypafinaluni, so eg fekk ikki róð við tá, men so helt eg aftaná, at eg skyldaði mínari manning at vera við restina av árinum, so tí gjørdi eg av at senda avboð til landsliðið, sigur Annelisa.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvør er orsøkin til stóra framstigið hjá tykkum?
- Tað eru fleiri manningar, sum gera stór framstig frá einari stevnu til aðra, so hví skal tað ikki bera til hjá okkum eisini? Hartil eru vit í sera góðari venjing í ár. Bæði í fjør og í ár hava vit ligið har frammi, tá fleiri bátar eru farnir nærum samstundis um málið, og hvørjaferð endaðu vit sum ein av teimum aftaru. Men ikki í dag, staðfestir Annelisa Justesen.