Vetrar-OL
Okkara grannar fyri eystan hava verið ótolnir, men nú brast endiliga fyri nev. Marit Bjørgen vann gull í klassiskum skíðrenningarsprinti.
Fyri Marit Bjørgen er hetta ein stórur persónligur sigur, aftaná ikki at hava livað upp til teir stóru forvæntningarnar hjá heimafólkinum á teimum seinastu vetrarleikunum, sum vóru í italska býnum, Torino í 2006.
Marit Bjørgen rakk heldur ikki sínum máli til heimsmeistaraskapini í Sapporo í 2007 og í Liberec í 2009. Og tí var hon sjálvsagt ovurfegin um at hava nátt málinum.
- Tað er hetta heiðursmerki, sum eg havi manglað. Nú kann eg rætta ryggin, og njóta tað sum er eftir av vetrarleikunum, sigur Marit Bjørgen við norska kringvarpið.
Fríggjadagin er 15 kilometurs teinurin fyri, og tá er Marit Bjørgen millum favorittarnar. Aftaná at hava vunnið gull í tí klassiska sprintinum og 10 kilometurs frístíli, eru vónirnar stórar til Marit Bjørgen.
- Tað eru nógvir møguleikar fyri framman. Eg havi ein jaligan hugburð, um tað sum fer at henda, sigur tann higartil einasti OL-gullvinnarin á hesum vetrarleikunum, Marit Bjørgen.
Gullheiðursmerki hjá Marit Bjørgen var gullheiðursmerki nummar 99 hjá Noregi, síðani teir fyrstu OL-vetrarleikirnar í 1924. Nú bíða grannar okkara í eystri við stórum spenningi eftir hvør fer at vinna OL-gullheiðursmerki nummar 100 fyri Noreg á vetrarleikunum.
Enn er Noreg tó aftanfyri Svøríki á hesum leikunum. Svøríki hevur vunnið tvær gull. Noreg hevur eina gull, tvær silvur og tvær bronsu. Finnland hevur eina silvur.