Fyrsta gullið hjá frælsa ítróttinum

Gotland 99: Róligi og fyrikomandi strandingurin varð tann fyrsti av okkara frælsu ítróttarfólkum, sum tryggjaði Føroyum eitt gullheiðursmerki, tá hann kastaði klingruna so langt sum eingin annar

Heri Ziska vann mikudagin gull í klingruvarpi, og sostatt fekk frælsi ítrótturin sítt fyrsta gullmerki á hesum oyggjaleikunum. Heri var heilt fitt framman fyri næsta mannin, sum var Kalmer Kask av Saaremaa.

Fyrsta kastið hjá Hera var ikki serliga gott fyri hansara støði - »bert« 45,15 metrar - men síðani gekk betur, og næstu kastini vóru ávikavist 47,04 m, 47,67 m, 47,66 m, 47,27 m, og 46,97 metrar.

Besta kastið hjá Kask var 45,59 metrar, so her vóru meir enn tveir metrar á muni.

Eisini í frælsum ítrótti vann Sunnuvá Bjarnastein bronsu í 5.000 metra renning. Hon kom á mál í tíðini 19.01,1, og tað var nett tann sama tíðin sum grønlendska Uiloq Slettemark, sum fekk silvurið. Hóast tíðirnar vóru tær somu, mettu dómararnir, at grønlendski rennarin var eitt vet fyrri um málstrikuna, og sostatt endaði Sunnuvá við bronsuni. Vinnari var Kathryn Frost av Isle of Wight, sum hevði tíðina 18.44,00, sum er nýtt oyggjaleikamet.

Ási Mikkelsen var í finaluni í 100 m renning, har hann endaði á sætta og seinasta plássi við tíðini 11,46 sekund. Heini Hátún var eisini við í 100 metrum, men hann kom ikki í finaluna.