Tað gongur strúkandi hjá føroysku judo-íðkarunum, sum klokkan 11 í morgun fóru undir einstaklingakappingarnar.
Í bólkinum minus 66 kilo eru Alex og Jógvan Páll í finaluni, og tí verður talan heilt víst um gull og silvur.
Hartil hevur Ragnar við Streym vunnið seg í finaluna í -100 kilo. Christoffur Olsen er í finaluni í -60 kilo. Búgvi Poulsen er í finaluni í -81 og Hjalmar Johannesen er í finaluni í minus 73.
Sostatt er einasta finalan, har Føroyar ikki eru umboðaðar, kappingin í minus 90.
Enn er liðið ikki mannað til liðkappingina, sum verður í morgin, men tað er lítið at ivast í, at Føroyar tá teljast millum allar størstu favorittarnar yvirhøvur.