Fótbóltur
Fyrsta uppgerðin í 2. umfari, sum verður spælt, eftir at 3. umfar er avgreitt, verður seinnapartin leygardagin. Talan verður um grannauppgerð, tá ið NSÍ fer út á Svangaskarð at vitja B68.
NSÍ hevur hagtølini á sínari síðu. Í mong ár var B68 oftari oman á, enn teir í Runavík vóru tað, men nú er vent í holini. B68 hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti NSÍ síðani 2003, tá ið toftamenn vunnu tætta og dramatiska uppgerð 3-2.
Í fjør var B68 í næstbestu deildini, og í fyrraárið vann NSÍ trivaligan 5-1 sigur á Svangaskarði.
B68 er eftir tveir dystir framvegis stigaleyst, og hóast toftamenn hesa ferð – fyri fyrstu ferð í ár – eru á heimavølli, so mugu teir smyrja seg við, at tað eru meistararnir í NSÍ, sum eru favorittar.
NSÍ ferðalagið kom til hús aftur mánakvøldið, eftir at NSÍ leygardagin í innandurða høll tapti 5-2 ímóti íslendska meistaraliðnum Vali.
Leygardagin sótu tveir av ungu monnunum alla tíðina á beinkinum, tí teir vóru ikki førir fyri at spæla. Talan var um miðverjan Jóhan Troest Davidsen og álopsspælaran Øssur Dalbúð. Teir hava báðir verið plágaðir av knæskaða. Hvørgin teirra hevur í vikuni vant saman við hinum. Teir skuldu royna at venja í kvøld, og tá fekst at síggja, um teir verða førir fyri at spæla leygardagin ella ikki.
Í Íslandi var Pól Jóhannus Justinussen, sum í fjør spældi við GÍ, miðverji, og tað er møguleiki fyri, at hann aftur leygardagin fær møguleikan, um Jóhan Troest Davidsen ikki verður tøkur.
Hjá B68 hava Arnbjørn Danielsen og Ralf van Dooren ikki vant saman við hinum í hesi vikuni. Tað verður tó roknað við, at teir báðir verða tøkir leygardagin. Senegalesisku spælararnir hava eisini havt smávegis trupulleikar, men teir verða heilt víst við ímóti NSÍ, verður sagt av Toftum.
Hóast B68 tapti í Streymnesi sunnudagin, so metti B68 venjarin, Bill Jacobsen, at leikliga avrikið var gott, og at tað í tí uppgerðini var nógv at byggja víðari á.