Fyrsta forsætisráðharravitjan í 46 ár

Í gjár og í dag vitja norsku forsætisráðharrahjúnini í Føroyum. Hetta er fyrsta ferðin síðani 1966, at ein norskur forsætisráðharri vitjar í Føroyum. Tá var tað Per Borten úr Senterpartiet, sum var forsætisráðharri. ??

Eirikur Lindenskov

– Hetta vildi eg broyta við at vitja Føroyar í dag, segði Jens Stoltenberg í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, har ein norsk-føroysk kvøldseta varð hildin.

Jens Stoltenberg helt, at tað var sera hóskandi, at norski forsætisráðharrin vitjaði júst Føroyar á norska tjóðardegnum, 17. mai.??

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, nevndi í sínu røðu í Norðurlandahúsinum sorgarleikin í Noreg í 22. juli í fjør og rósti Jens Stoltenberg fyri sín hátt at takla ta støðuna uppá sum ein virðiligur landsfaðir. Løgmaður vísti á okkara felags uppruna, okkara felags søgu og virði, sum binda okkum saman sum fólk.

Jens Stoltenberg segði, at det var ekstra fint at være på Færøyen på 17. mai. Hann vísti eisini á søguligu bondini millum londini bæði – og at vit hava verið undir felags krúnu í fleiri hundrað ár. Við einum skálkabrosi helt hann fyri, at tað nærmast var ein skandala, at eingin norskur forsætisráðharri hevur vitjað Føroyar – hetta vakra oyggjaríkið – síðani 1966.

Til hátíðarhaldið var Petrina Berg á Lag vertur, og hon presenteraði ymsu luttakararar.

Tey, sum framførdu vóru Hansu G. Johansen, sum sang norskar og føroyskar vísur, sum vera man Pól F, men eisini tvær norskar vísur hjá Jacob Sande.

Eivør Pálsdóttir framførdi eisini saman við Odin, sum er sangari í norska bólkinum Vamp.

Eisini varð filmurin hjá Sakaris Stóra, Passasjeren, sum er tikin upp í Noreg, vístur á stórskíggja, Laura Joensen læs úr Laterna Magica hjá Williami Heinesen, og Eldra kór Musikkskúlans sang eisini fyri forsætisráðharrahjúnunum.
Eftir tiltakið í Norðurlandahúsinum beyð løgmaður til døgurða í Müllers Pakkhúsi.

(sí annars myndatema á www.portal.fo)