Fyrsta forsøgnin

Fyrsta forsøgnin frá fólkatingsvalinum vísir, at teir báðir flokkarnir, sum hava fólkatingslimirnar, fáa teir afturvaldar

 

Val


Fyrsta forsøgnin, sum komin er í kvøld, gevur Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum menninar aftur.

Forsøgnin skal takast við stórum fyrivarni, tí hon byggir á bara 2,8 prosent av atkvøðunum.

Forsøgnin gevur Fólkaflokkinum 24,9%, Javnaðarflokkurin fær 24,8%, Sambandsflokkurin 23,9% og Tjóðveldisflokkurin fær 22,8%. Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin fá sambært fyrstu forsøgnini ávikavist 1,9% og 1,7%