Fyrsta formansumfarið í kvøld

Hol verður sett á valstríðið til løgtingið í kvøld, tá formenninir møtast til kjak í sjónvarpinum.

Føroyska valstríðið byrjar av álvara í kvøld, tá formenninir í politisku flokkunum hittast til formansumfar í sjónvarpinum.


Í sjey korter fara formenninir at framleggja teirra sjónarmið og vallyftir.


Til staðar verða formenninir fyri teir sjey flokkarnar á tingi, Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin, Kaj Leo Holm Johannesen fyri Sambandsflokkurin, Aksel V. Johannesen fyri Javnaðarflokkurin, Jógvan Skorheim fyri Nýtt Sjálvstýri, Høgni Hoydal fyri Tjóðveldi, Poul Michelsen fyri Framsókn, og Jenis av Rana fyri Miðflokkin.


Hetta er fyrstu ferð síðani 2002, at ongin nýggjur flokkur verður á vallistanum til løgtingsvalið. Seinast stillaði Framsókn upp fyri fyrstu ferð, í 2008 var tað Miðnámsflokkurin og í 2004 kundi veljarin velja hin Stuttliga Flokkin.