Eftir drúgva tíð, er nú endaliga greitt, at týska Ursula von der Leyen verður forkvinna fyri ES kommissiónina – fyrsti kvinnuligi kommisserurin í ES.
Við 383 atkvøðum á loyniligari atkvøðugreiðslu í ES tinginum, varð 60 ára gamla týsku von Der Leyen sum kommisserur, og tekur hon við 1. november. Hon hevur áður sitið sum verjumálaráðharri í týskum politikki.
Ein av høvuðsmálunum hjá henni er at seta eina grøna kós fyri evropiska heimspartin, soleiðis at Evropa verður fullkomiliga klimanevtralt í 2050.
/Ritzau/