Nú er fyrsta føroyska bókin um fysiologi komin. Tað er Nám, sum gevur bókina út, ið Magni Mohr og Svanna Hanusardóttir hava skrivað.
Høvundarnir siga, at bókin er fyrst og fremst ætlað sum náttúruvísindaligi parturin av undirvísingini í ítrótti sum valgrein í miðnámsútbúgvingunum.
Tilfarið er lagt soleiðis til rættis, at tað bæði kann verða brúkt til undirvísing í ítrótti fyri læraralesandi á Fróðskaparsetrinum og hon kann partvíst eisini verða til teirra, sum lesa námsfrøði og sjúkrarøktarfrøði.
- Eisini eru partar av bókini væl egnaðir sum undirvísingartilfar í lívfrøði í miðnámsútbúgvingunum bæði á miðstigi og á hástigi, men humanistiski parturin og samfelagsligi parturin eru tó ikki við, sihu Nám.
Bókin er býtt upp í fýra høvuðspartar.
Fyrsti partur er um grundleggjandi anatomi, har rørslukervið verður gjøgnumgingið í høvuðsheitum.
Annar partur er ein gjøgnumgongd av grundleggjandi fysiologi og arbeiðsfysiologi. Hesir báðir partarnir eru ástøðiliga grundarlagið undir triðja parti, sum nágreiniliga viðger venjingarfysiologi, har dentur verður lagdur á ymisk venjingarøki. Her verða evni sum kropslig fyrireiking til kappingar, tilrættalegging og raðfesting av kropsligari venjing viðgjørd.
Fjórði og seinasti partur umfatar evnini kropsliga venjing og heilsu umframt arvalæru.
Serstakliga triði og fjórði partur hóska væl sum evni í verkætlanararbeiði, sigur Nám.
Myndina av svimjandi smábarninum hevur Gundur Mortensen, ritstjóri á Námi, tikið.