Fyrsta FM til Fuglafirðar

Sílið hjá Havnar Róðrarfelag var leingi væl við og vann silvurmerkini

Heldur ikki í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum var nakar slingur í valsinum hjá favorittunum. Erla Kongsdóttir hevur vunnið allar fimm teir undanfarnu róðrarnar í summar, og aftur í dag var Erla Kongsdóttir fyrst á mál. Harvið tryggjaðu tær úr Fuglafirði sær FM heitið. Hetta er triðja ferðin, at Erla Kongsdóttir við kvinnumanning vinnur FM. Fyrru ferðirnar var í 2010 og í 1964!

 

Eingin ivi var um sigurin, men fjarstøðan aftur til næsta bátin var minni, enn hon hevur verið undanfarnu ferðirnar. Higartil hevur tað verið Havfrúgvin úr Vestmanna, sum hevur roynt at bjóða av. Soleiðis var tað ikki í dag. Havfrúgvin endaði á fjórða plássi. Sílið hjá Havnar Róðrarfelag endaði næstfremst, og tað var ikki fyrrenn í endaspurtinum, at tað varð orduliga leyst millum tveir teir fremstu bátarnar.

Teistin endaði á bronsuplássinum, og Blikur av Argjum varð nummar fimm.

5 mannafør kvinnur
1Erla Kongsdóttir04:53.12  
2Sílið04:56.21  
3Teistin05:01.19  
4Havfrúgvin05:07.10  
5Blikur05:12.00