Road-Racing
Hetta er sum nevnt fyrsta ferðin, at slík kapping hevur verið hildin í Føroyum, tó at eitt royndarumfar varð koyrt í fjør.
Agnar Jensen, sum er ein av stigtakarunum til hetta, fegnast um, at tað við vælvild frá kommunalum myndugleikum hevur borið til at fáa eina slíka kapping í lag. Tað ber jú ikki til, soleiðis uttan víðari at skipa fyri eini slíkari kapping á almennum vegum, tí ferðin á motor-súkklunum man fyri tað mesta vera nakað omanfyri tað, sum ferðamarkið annars loyvir.
Trupulleikin hevur eisini verið uppi at vent fyrr, og eitt nú hevur tað verið ført fram, at kunnu slíkar kappingar ikki skipast undir tryggum viðurskiftum og innan lógarinnar karmar, so verður koyrt kapp kortini, og tá kann skaðin skjótt verða stórur, um slík kappkoyring fer fram á almennum vegum, har vanlig ferðsla eisini er.
Fimm umfør
Kappingin hesaferð varð skipað í fimm umførum. Trý av hesum vórðu koyrd á Lambareiði, eitt í Miðvági og eitt í Hvalvík. Koyrt varð soleiðis, at ein breyt á nakrar hundrað metrar varð gjørd klár til koyringina, og síðani varð koyrt eitt ávíst tal av umførum.
Endaliga úrslitið gjørdist, at bæði hjá monnum og fyri old-boys gjørdist talan um suverenar vinnarar. Agnar Jensen vann øll fimm umførini hjá monnum, og í kappingini hjá teimum gomlu gjørdi Hans M. Danielsen honum kynstrið eftir.
Hjá kvinnunum var Eyð Ellingsgaard fremst í fyrstu trimum kappinginunum, men í seinasta umfarinum megnaði Maika Dahl tó at basa henni, sjálvt um hetta ikkiv ar nóg mikið til samlaða fyrstaplássið.
MC-felagið, sum skipaði fyri hesi fyrstu FM-kappingini, arbeiðir annars framvegis við at fáa eitt sonevnt koyritekniskt anlegg í Føroyumk.
Felagið sigur, at tey við hesum hava førarar av øllum akførum møguleika at fáa sær royndir við koyring í truplum støðum, uttan at hetta nervar vanligu ferðsluna, og at hetta tí er við til at økja ferðslutryggleikan í landinum.
Úrslit
Senior
NRLuttakariLambareiði 22/5Lambareiði 19/6Miðvágur 14/8Hvalvík 28/8Lambareiði 11/9Tilsamans
1Agnar Dahl2525252525125
2Rúni Dahl162020131685
3Heini Guttesen 1613162065
4Kenneth Joensen 16201349
5Allan Joensen 111011941
6Pætur Hentze 1311 1135
7Sofus Jacobsen20 20
8Jóannes J Hansen13Dnf 1023
Old Boys
NRLuttakariLambareiði 22/5Lambareiði 19/6Miðvágur 14/8Hvalvík 28/8Lambareiði 11/9Tilsamans
1Hans M, Danielsen2525252525125
2Torbjørn Hansen2020202020100
3Árni Hansen161616 48
4Anfinn Hálsagarð13 16 29
5Niels Kári Nielsen 13 13
Kvinnur
NRLuttakariLambareiði 22/5Lambareiði 19/6Miðvágur 14/8Hvalvík 28/8Lambareiði 11/9Tilsamans
1Eyð Ellingsgaard 2525252095
2Maika Dahl 2020202585
3Elna Madsen 16 16